Uttanlands

Danska kongaskipið siglir aftur

Drotningin er farin umborð í dag, og fer hon at sigla við skipinum komandi dagarnar – Skipið riggar nú, sum tað skal, men enn er ikki greitt, hví skipið fekk motortrupulleikar

Orsakað av maskinbrekinum var danska kongaskipið ikki í Føroyum, tá Margretha drotningin vitjaði í farnu viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Orsakað av maskinbrekinum var danska kongaskipið ikki í Føroyum, tá Margretha drotningin vitjaði í farnu viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-24 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Motorurin á danska kongaskipinum "Dannebrog" er nú gjørdur aftur, og í dag er Margretha drotning farin umborð á skipið.

Í løtuni er skipið í Keypmannahavn, men í morgin fer tað víðari til Aalborg, og 3. august kemur skipið aftur til Keypmannahavnar við drotningini.

Trupulleikar vóru við motorunum á meira enn 90 ára gamla skipinum, og tí mátti tað fyrr í hesum mánaðinum venda við á veg til Føroya. Skipið átti í dag at verið á veg til Grønlands, men vegna koronastøðuni í Grønlandi varð drotningavitjanin har útsett.

Les eisini: Vitjanin hjá drotningini í Grønlandi er útsett vegna korona

Peter Schinkel Stamp, skipari á kongaskipinum sigur tó, sambært Ritzau, at skipið nú er til reiðar at sigla til Grønlands, tá tað ber til, og kennir hann seg púra tryggan við skipinum. Tó er enn ikki greitt, hví skipið fekk motortrupulleikar á veg til Føroya.

– Alt tað, sum kann hava verið orsøk til brekið hava vit hugt at, skift út, og umvælt. Tíverri kunnu vit ikki peika á eina orsøk, sigur hann.

Drotningin verður eisini umborð á kongaskipinum í tíðarskeiðnum 3. til 9. august, men hvar skipið verður í hesum tíðarskeiðnum er enn ikki greitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder