Innanlands

Danmark verður helst ikki latið meira upp í februar

Statens Serum Institut, heilsumyndugleikar og aðrir serfrøðingar eru stúrnir fyri bretska frábrigdinum. Galdandi avmarkingar, ið eru heilt nógvar, eru fyribils galdandi til 7. februar

Statens Serum Institut ráðgevur politisku myndugleikunum um, nær tað kann verða eitt gott hugskot at lata samfelagið meira upp

Statens Serum Institut ráðgevur politisku myndugleikunum um, nær tað kann verða eitt gott hugskot at lata samfelagið meira upp

2021-01-27 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru ellivu dagar til núverandi avmarkingar í Danmark fara úr gildi. Men tær verða allarhelst longdar - í øllum førum í stóran mun.

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, og Camillia Holten Møller frá Statens Serum Institut gjørdu í gjárkvøldið TV2 greitt,  at tað bretska frábrigdið (B117)fer at gera meira um seg komandi vikurnar. Hetta forðar fyri, at Danmark kann gjøgnumføra eina stóra upplatingarætlan komandi vikuna. Smittutrýstið skal vera sera lágt, tá B117 yvirtekur, sigur Magnus Heunicke við stóra danska miðilin.

Sonevnda kontakttalið verður gjørt upp hvønn týsdagin. Tað sigur, í hvussu stóran mun smittan verður borin víðari. Tað var 0,8 fyri seinastu viku. Tað merkir, at tíggju fólk smitta átta onnur í miðal. Í vikuni frammanundan var talið 0,6, og saman við at at kontakttalið fyri B117 nú er farið frá 0,82 til 1,07, vekir tað stúran hjá ymsum serfrøðingum.

Statens Serum Institut er í løtuni í ferð við at rokna uppá ymsar framtíðarímyndir viðvíkjandi meira upplating. Camillia Holten Møller, ið er lækni, sigur við TV2, at um smittan ikki verður handfarin tíðliga og væl, so kann ein triðja bylgja koma. Læknin vísir á, at tað er umráðandi at fáa so nógvar koppsetingar sum gjørligt - serliga til tey í vandabólki - áðrenn frábrigdið av álvara tekur dik á seg. Hetta kann forða fyri, at ov nógv verða innløgd. 

Trupulleikin er, at ES-londini í løtuni fáa væl færri skamtir enn ætlað, og hetta hevur Magnus Heunicke eisini sett orð á. Roynt verður at leggja trýst á veitararnar, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Heilsumálaráðharrin segði í gjár, at danir ikki skulu vænta, at tað ber til at lata upp fyri nógvum komandi tíðina. Í løtuni eru so at siga bert matvøruhandlar og apotek opin. Børn sleppa á ansingarstovn í Danmark. Bert fimm fólk kunnu savnast.

Les eisini: Svøríki er hildið uppat at gjalda til Pfizer/BioNTech  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder