Uttanlands

Danmark: Royna at blíva smittað við koronu fyri at fáa koronupass

Danir, sum eru skeptiskir yvirfyri koppsetingini, hava nú stovnað bólkar á sosialu miðlunum, sum gera tað lættari hjá fólki at koma í sambandi við hvønnannan og smitta hvønnannan við koronu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-04 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á sosialu miðlunum hava fleiri danir, sum eru skeptisk yvirfyri koronukoppsetingini, stovnað bólkar, har fólk kunnu koma í sambandi við hvønnannan fyri at verða smittaðir við koronu. Tað skrivar danski miðilin TV2 Lorry, sum hevur kannað málið og hevur verið í sambandi við fleiri fólk, sum hava roynt at blíva smittað við koronu.

Hesir afturlatnu bólkarnir eru eitt aftursvar til økta trýstið frá heilsumyndugleikunum um at lata seg koppseta.

Heldur enn at lata seg koppseta, royna fólk at blíva smittað við koronu, so tey kunnu fáa eitt koronupass, sum er galdandi í seks mánaðir og sostatt sleppa undan at kanna seg regluliga.

Hetta er tó ikki nakað, sum danska heilsustýrið mælir til, og sambært Jan Pravsgaard Christensen, professari við Institut for Immunologi og Mikrobiologi á universitetinum í Keypmannahavn, er hetta at seta seg sjálvan í óneyðugan vanda.

Hann sigur, at hann veit, at fleiri velja koppseting frá, tí tey stúra fyri hjáárin, men samstundis frámælir hann fólki at lata seg smitta. M.a. vísir hann á, at summi gerast álvarsliga sjúk við koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder