placeholder
Uttanlands

Danmark: Javnt millum tey reyðu og bláu

Nýggi flokkurin hjá Inger Støjbjerg, Danmarksdemokraterne, gerst fjórðstørsti flokkur á Fólkatingi sambært nýggjari veljarakanning

Hóast Inger Støjbjerg í desember í fjør í ríkisrættinum varð dømd 60 daga treytaðan fongsulsdóm fyri brot á ráðharraábyrgdarlógina, so hevur hon undirtøku millum veljararnar (Savnsmynd)

Hóast Inger Støjbjerg í desember í fjør í ríkisrættinum varð dømd 60 daga treytaðan fongsulsdóm fyri brot á ráðharraábyrgdarlógina, so hevur hon undirtøku millum veljararnar (Savnsmynd)

2022-08-03 07:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Munurin millum reyða og bláa blokkin í donskum politikki er evarska lítil. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio.

Kanningin vísir, at reyðu flokkarnir fáa 47,9 prosent av atkvøðunum, meðan bláu flokkarnir standa til 47,8 prosent.

Roknað verður framvegis við, at val verður í Danmark í heyst, tí radikali flokkurin stendur fast við sítt krav um at reisa misálit móti Mette Frederiksen, forsætisráðfrúu, um hon ikki skrivar út nýval í seinasta lagið, tá Fólkatingið verður sett aftur fyrst í oktober.

Nýggja veljarakanningin vísir, at nýggi flokkurin hjá Inger Støjberg, Danmarksdemokraterne, stendur at fáa 10,8 prosent av atkvøðunum, og sostatt gerast fjórðstørsti flokkur í Danmark við 20 fólkatingslimum eftir sosialdemokratarnar (24,2 prosent/45 tinglimir), Venstre (14,2/26) og tey konservativu (11,5/21).

Nýggi flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne, stendur til at fáa 3,1 prosent av atkvøðunum og fimm tinglimir, og gerst sostatt størri enn Dansk Folkeparti, sum akkurát megnar at vinna á tinggáttini við 2,1 prosentum og fýra tinglimum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder