Innanlands

Dánial Olsen settur í starv sum ungdómssamskipari

Starvssetanin er samstarv millum Heimamissiónina og PODAS. 23-ára gamli maðurin úr Saltangará er er útbúgvin krambakallur. Dánial hevur verið virkin í ungdómsnevndini í Missiónshúsinum á Glyvrum í seks ár

Dánial Oddmarsson Olsen er fyrsti ungdómssamskiparin hjá skúlanum PODAS (Mynd: trubodin.fo)

Dánial Oddmarsson Olsen er fyrsti ungdómssamskiparin hjá skúlanum PODAS (Mynd: trubodin.fo)

2021-09-09 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. september byrjaði Dánial Oddmarsson Olsen í starvi sum ungdómssamskipari. Starvssetanin er samstarv millum Heimamissiónina og PODAS, har Dánial er settur í parttíðarstarv hjá bæði Heimamissiónini og hjá PODAS.

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari og skrivar víðari soleiðis um nýggja statvsfólki:

- Dánial Olsen er 23 ára gamal og býr í Saltangará. Hann er útbúgvin krambakallur. Dánial hevur verið virkin í ungdómsnevndini í Missiónshúsinum á Glyvrum í seks ár, harav fýra ár sum formaður.

Partur av starvinum hjá Dániali í Kirkjuligu Heimamissiónin verður at vitja ungdómsmøtini kring landið, har hann m.a. skal kunna um arbeiðið hjá Heimamissiónsungdómi (HMU) og um bíbliulesiætlanina Kumpas - eisini skal hann skipa fyri økisfundum.

PODAS er kristiligur skúli, ið vil vera meira sjónligur millum ungdómin, soleiðis at enn fleiri kunnu njóta gott at undirvísingini. Tí hevur PODAS sett Dánial Olsen í parttíðarstarv sum ungdómssamskipari, har hann m.a. fer at vitja kirkjur og meinigheitir og kunna um arbeiðið hjá PODAS. Eisini fer hann at samskipa PODAS ung, skrivar trubodin.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder