placeholder
Innanlands

Býbussarnir í Klaksvík standa framvegis stillir

Men bussrutan til Norðoyri, Ánirnar og Árnafjørð koyra nú aftur

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-01-19 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er framvegis ólag á kommunalu busskoyringini í Klaksvík orsaka av nógva kavanum, sum er komin niður seinastu dagarnar.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðuni í morgun, at Leið 2, sum koyrir millum Klaksvík og bygdirnar Norðoyri, Ánirnar og Árnafjørð, koyrir eftir ætlan í dag.

Leið 1 hinvegin, sum er býarrutan kring Klaksvíkina, stendur framvegis still.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder