Innanlands

Busskoyringin í Klaksvík tikin upp aftur

Nógvir trupulleikar hava verið við kavanum í Klaksvík seinastu dagarnar. Nú er grivið so mikið, at býbussarnir eru farnir at koyra aftur

2023-01-20 12:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hevur verið ólag á kommunalu busskoyringini í Klaksvík. Orsøkin er nógvi kavin, sum er komin niður.

Nú er grivið so mikið at busskoyringin fer í gongd aftur klokkan 12:20.

Býrutan sjálv hevur ikki koyrt síðani mánadagin, men í gjár byrjaðu bussarnir at koyra millum Klaksvík og bygdirnar Norðoyri, Ánirnar og Árnafjørð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder