Mentan

Bussar frá Føroya størsta jólaborðhaldi 

Tá Føroya størsta jólaborðhald við Tjarnir 29. november er av, koyra bussar fólk oman í býin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-10-05 22:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Føroya størsta jólaborðhald við Tjarnir er av, koyra bussar fólk oman í býin.

So um tú ert ein, ið ikki orkar at bíða eftir farti, ella at ganga allan vegin, so er einki at stúra fyri.

- Tað er 29. november, at Føroya størsta jólaborðhald verður við Tjarnir, og tað er fyri at tryggja okkum, at fólk koma trygt avstað aftur eftir eitt gott kvøld við Tjarnir, at vit hava valt at seta bussamband upp, sigur Tóki Skeel Nolsøe, stjóri í EpicLive, ið skipar fyri hesum jólaborðhaldinum.

Millum tey, ið framføra við Tjarnir hetta kvøldið vera RSP, Niclas Heri í Dynamit, Jón úr Grandmas Basement, Árni Andreasen og fleiri onnur. Hetta eru alt fólk, ið duga at fáa lív í eina veitslu. Eisini verður matur frá Hotel Brandan og nógv annað gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder