2018-08-24 15:47
Stroymingtænastan Netflix er byrjað at vísa reklamur fyri nøkrum brúkarum, og hetta eru øll ikki so glað fyri.
Netflix, sum er heimsins størsta stroymingtænasta til filmar og sendirøðir, er byrjað at vísa forfilmar fyri aðrar sendingar og filmar á tænastuni millum teir einkultu partarnar, tá ið ein hyggur eftir sendirøðum.
Enn er bert talan um eina roynd hjá Netflix, og tí eru tað ikki allir brúkarar, sum síggja reklamur á Netflix enn.
Á sosialum miðlum hava fólk tó reagerað sera neiliga, tí tey gjalda fyri eitt hald og vænta av tí sama ikki verða órógvað við reklamum, tá tey hyggja at Netflix.
Tað ber tó enn til at sløkkja fyri reklamunum:
- Rita inn á Netflix gjøgnum tín internetkaga á eini teldu, teldli ella smartfon. (Tað ber ikki til at sløkkja fyri reklamunum gjøgnum Netflix-appina, og tí er neyðugt at brúka internetkaga).
- Trýst á "brúkaran" (tær tríggjar vatnrøttu strikurnar) ovast á skerminum og vel tín profil.
- Trýst á "Konto".
- Rulla niður til "Indstillinger", og vel "Deltagelse i tests".
- Sløkk fyri funkuni, og trýst OK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald