Innanlands

Bretska stjórnin lagt veto móti skotskum lógaruppskoti

Talan er um eitt lógaruppskot um at gera tað lagaligari at broyta løgfrøðiligt kyn. Hetta er fyrstu ferð, at eitt lógaruppskot frá skotska tinginum, Holyrood, verður vrakað

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-01-17 09:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretska stjórnin hevur gjørt av at forða fyri einum umstríddum lógaruppskoti, samtykt í skotska tjóðartinginum, um at gera tað lagaligari at broyta løgfrøðiligt kyn.

Stjórnin í London er av teirri fatan, at skotska lógaruppskotið er í stríð við javnstøðulóggávuna, sum annars er galdandi í Bretlandi, skrivar BBC.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt skotskt lógaruppskot er forðað í at fáa ávirkan á bretska lóggávu annars.

Fyrsta ráðkvinnan í Skotlandi, Nicola Sturgeon, hevur kallað avgerðina fyri eitt álop á skotska tingið. Hon hevur sagt, at skotskir ráðharrar fara at stríðast fyri hesi lógini.

Roknað verður nú við, at stjórnin í Skotlandi fer at royna málið í rættinum, skrivar BBC.

Bretski ráðharrin fyri Skotland, Alister Jack, hevur í brævi til Nicola Sturgeon boðað frá avgerðini hjá bretsku stjórnini.

Hann grundgevur avgerðina við, at skotska lógin kann fáa ávirkan á bretska lóggávu, sum eitt nú loyvir felagsskapum, klubbum og skúlum at vera galdandi fyri einans eitt kyn. Eisini fær lógin ávirkan á lóggávuna um líkaløn fyri mann- og konufólk.

Hann grundgevur eisini við, at um tvær lógir um kynssamleika koma at vera galdandi í Bretlandi, kann hetta skapa “trupulleikar” og møguleikar fyri “svikafullum og óndsinnaðum umsóknum”.

Fráboðanin fekk øði í skotsku ráðkvinnuna fyri sosialt rættvísi, Shona Robison, ið kallar avgerðina fyri eina ‘vanvirðing’.

- Hetta er ein svartur dagur fyri rættindini hjá trans-persónum og fyri bretska fólkaræðið, segði hon.

Avgerðin hjá bretsku stjórnini kann fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum Skotland og stjórnina í London.

Stjórnin hevur fyrr mælt ímóti tiltøkum, sum Holyrood-tingið í Edinburg hevur havt ætlanir um, men hetta er fyrstu ferð, at stjórnin leggur veto móti einum samtyktum lógaruppskoti, sambært BBC.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder