Innanlands

Breddin skipar fyri valfundi í Klaksvík klokkan 17

Áskoðaraplássini vera upptikin av valevnunum, sum ikki luttaka í sjálvum orðaskiftinum - spurningar kunnu setast á kvf.fo

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-11-03 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Korona ger, at valfundir upp til kommunuvalið 10. november er heldur øðrvísi enn vanligt.

Soleiðis verður eisini í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík í kvøld, har Breddin skipar fyri valfundi. Nógv nýggj valevni eru í Klaksvíkar kommunu til komandi val. Valfundurin byrjar klokkan 17, men verður ikki við "vanligum veljarum" á áskoðaraplássiunum, sum spyrja spurningar.

Tað vera valevni, sum vera áhoyrarar í dag, men møguleiki verður hjá øllum veljarum í Klaksvíkar Kommunu at vera við á sín hátt. 

Kringvarpið boðar frá, at til ber at senda ein spurning ella eina viðmerking á heimasíðuni og so verður hann tikin við á fund.

Breddin verður sendur frá 17.05 til 17.55.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder