Innanlands

Brandstøðin í Vestmanna verður nú umløgd til grøna orku

Síðani 2015 hevur Vestmanna kommuna einans bygt við grønum orku loysnum

Skrivstovan hjá Vestmanna kommunu, læknamiðstøðin og frítíðarstovan koyra við grønari orku, og nú er eisini farið undir arbeiðið at leggja um til grøna orku á Brandstøðini (Mynd: vestmanna.fo)

Skrivstovan hjá Vestmanna kommunu, læknamiðstøðin og frítíðarstovan koyra við grønari orku, og nú er eisini farið undir arbeiðið at leggja um til grøna orku á Brandstøðini (Mynd: vestmanna.fo)

2022-10-06 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani 2015 hevur Vestmanna kommuna einans bygt við grønum orku loysnum.

Skrivstovan hjá Vestmanna Kommunu, læknamiðstøðin og frítíðarstovan koyra við grønari orku, og aðrir bygningar hjá kommununi hava hitapumpur, fyri at minka um co2 útlátið.

Nú er eisini fari undir arbeiðið at leggja um til grøna orku á Brandstøðini. Hetta skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.

Í løtuni er eisini arbeiði í gongd við at leggja um til jarðhita.

- Áhugin fyri varandi orkukeldum økist og Vestmanna kommuna ynskir eisini at verða við, til at arbeiða fram ímóti einum reinari umhvørvi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder