2022-04-05 16:10
- Í samband við at Per Martin Gregersen, borgarstjóri, gjørdist pápi síðsta sunnudag, er hann í barnsburðarfarloyvi í nakrar vikur. Hesa tíðina er Magnus Skoralíð virkandi borgarstjóri í Eysturkommunu.
Soleiðis skrivar eysturkommuna.fo í dag.
Per Martin Gregersen gjørdist borgarstjóri í kommununi, eftir at hann var fyrstivaldur á Borgaralistanum við kommunuvalið í 2020.
Magnus Skoralíð var næstvaldur á listanum - og samanlagt - og skal nú fyribils røkja sessin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald