Innanlands

Borgarafundur um nýggju búeindirnar omanfyri Argjahamar verður mánakvøldið

Pláss skal vera fyri áleið 190 búeindum, umframt bygging til stovn og miðstaðarvirksemi. Borgarafundur verður í Skúlanum á Argjahamri nú mánakvøldið 30. januar kl 19

2023-01-27 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Borgarafundur verður í Skúlanum á Argjahamri nú mánakvøldið 30. januar klokkan 19 um útstykkingina omanfyri Argjahamar. Í yvirskipaðu útstykkingarætlanini verður pláss fyri áleið 190 búeindum, umframt til bygging av stovnum og miðstaðarvirksemi. Samlaða byggibúningin verður liðug á sumri 2024.

Økið, sum verður stykkjað út, leggur seg uppat býlinginum uppi á Argjahamri, skúlanum á Argjahamri og dagstovninum á Argjahamri, sum verður útbygdur suðureftir. Í yvirskipaðu útstykkingarætlanini verður pláss fyri áleið 190 búeindum umframt bygging til stovn og miðstaðarvirksemi. Endaliga talið av búeindum avhongur nakað av, hvussu økini í tilgongdini verða ment saman við keyparunum.

Miðað hevur verið ímóti at skipa útstykkingina út frá verandi grannalagi, sum er samansett við sethúsum og raðhúsum. Sostatt hevur tað verið ynskiligt, at komandi bygging í økinum fær nakað líknandi dám.

Talan er um blandaða bygging, har eitt øki er lagt av til handil/tænastuvirksemi,umframt 82 raðhús, av teimum kunnu 37 eisini innrættast við 2 íbúðum. Harumframt er útstykkingin í sunnara endanum skipað við áleið 46 sethúsum, einum grundøki til bústovn framvið høvuðsvegnum og einum øki til bygging av bygningi til miðstaðaendamál við áleið 22 íbúðum í ovaru hæddunum.

Vegirnir, ið knýta økið saman, eru 6 í tali. Ein nýggjur Glyvursvegur við súkklubreytum verður høvuðsvegurin í ætlanini og verður knýttur í rundkoyringina á Argjahamri, har møguleiki verður at leingja hann seinni til fleiri útstykkingar suðureftir ímóti Glyvursnesi.

Tórshavnar kommuna

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder