Innanlands

Bora undir Kirkjubø

2.387 metrar eru nú boraðir av Sandoyartunlinum

2020-01-20 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Metrarnir leggjast afturat í Sandoyartunlinum, sum eftir ætlan skal vera liðugur í 2023. Í síðstu viku vóru 144 metrar boraðir.

Í Traðardali á Sandoynni vóru boraðir 46 metrar. Har eru nú boraðir 1.368 metrar.

Á Gomlurætt á Streymoynni vóru boraðir 98 metrar. Har eru nú boraðir 1.019 metrar.

Borað verður nú undir Kirkjubø og borað verður eitt sindur afturat undir bygdini áðrenn tunnilin snarar út Skopunarfjørð.

Í alt eru nú boraðir 2.387 metrar, av 10.785 metrum.

[object Object]

placeholder
placeholder