Innanlands

Black Friday marknaðarføring kann vera villeiðandi

Útsøla skal vera útsøla – eisini tá tað er Black Friday, minnir Brúkaraumboðið á

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-24 12:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útsølumarknaðarføring við ongum veruligum undanprísum ikki bara ørkymlar brúkarar – tílík marknaðarføring kann vera villleiðandi og tí ólóglig.

Novembur er stórur útsølumánaður við átøkum sum Singles’ Day, Black Week, Black Friday  og Cyper Monday. Lágir prísir og góð tilboð gera tað gjørligt hjá tilvitandi brúkarum at gera kvett henda mánaðin – um átøkini halda tað, tey lova.

Av tí at heiti sum Black Friday, Black Week og Cyper Monday eru kend nøvn á stórum útsølutíðarskeiðum, verða tey fatað sum útsølumarknaðarføring. Fyri slíka marknaðarføring er galdandi, at prísirnir skulu sjálvsagt verða lækkaðir, og undanprísur skal vera upplýstur. Undanprísir skulu vera sannir. Vanliga skal lægsti undanprísur framman undan søluni verða settur á, og vøran skal í royndum vera seld fyri tann prísin.

Átøkini í sambandi við Black Friday geva fólki varhuga av, at peningur er at spara.

Útsølumarknaðarføring, sum ikki hevur rættar undanprísir, ger tað ikki bara trupult hjá brúkarum at gera kvett. Tílík marknaðarføring kann vera villleiðandi og ólóglig. Í metingini av um marknaðarføringin er ólóglig, verður dentur lagdur á, at tað skal vera brúkarunum heilt greitt, um vøra er á útsølu ella ei.

Brúkaraumboðið heitir á øll vinnurekandi um at seta seg væl inn í regluverkið, so tey vita, hvat ið krevst fyri at halda seg innan fyri lógina í útsøluskeiðnum, sum liggur fyri framman.

Black Friday er fríggjadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder