Innanlands

Bjørn fekk um skrúvuna

Í nátt varð Brimil boðsendur at sleipa, og um middagsleitið komu bæði skipini inn á Havnina

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-12-07 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um middagsleitið í dag kom Brimil á Havnina við fiskiskipinum Bjørn.

Tað var um midnátt, at Bjørn boðaði frá, at teir høvdu fingið um skrúvuna, og at teimum tørvaðu hjálp.

Brimil kom síðani til hjálpar, og tá klokkan var umleið 12, vóru tey komin á Havnina, sigur vakthavandi á MRCC. Kavarar fara nú niður at skera skrúvuna.

Bjørn varð smíðað í Íslandi í 2002 og hoyrir heima á Glyvrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder