Bjóða øki út til bygging av frítíðarhúsum í Hesti

Fleiri ynskja at ogna sær frítíðarhús í oynni, og Tórshavnar kommuna fer at bjóða tveir matrikklar út til frítíðarhús skjótt. Talan er um eitt øki niðri við havnalagið

(Mynd: Óluva Zachariassen)

(Mynd: Óluva Zachariassen)

2022-02-22 18:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini er fólkatalið í Hesti støðugt minkað, helst bæði orsakað av vánaliga sambandinum til oynna, men eisini orsakað av vantandi tilboðum í oynni, umframt at lítið og einki arbeiðsvirksemi er.

Hetta hevur havt við sær, at fleiri og fleiri síggja møguleikar í at menna oynna til eina ferðavinnuoyggj. Eisini vísir tað seg, at fleiri og fleiri ynskja at ogna sær frítíðarhús í oynni.

Hesi hugskot ynskir kommunan at stimbra undir, og tí verður farið undir at bjóða tveir matrikklar út til at byggja frítíðarhús á.

Talan er um eitt øki, sum í byggisamtyktini er lagt út til frítíðarhús, og eitt øki, sum liggur niðri við havnalagið. Kommunan eigur bæði økini, og umsitingin fer at tosa við umboð úr Hesti um verkætlanina, áðrenn endaliga útbjóðingarskrivið verður lagt út alment at bjóða uppá.

Býráðið skal nú hóskvøldið taka støðu til eitt tilmæli um at heimila umsitingini at fara undir at gera útbjóðingartilfar at bjóða matrikklarnar út til bygging av frítíðarhúsum, og at beina málið í býráðið umvegis staðbundnu nevndina.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder