Innanlands

Bjóða nú Røktarheimið á Stórubrekku út

Fíggjarligi karmurin fyri stóru verkætlanina í Hoyvík er 210 millónir krónur. Við støði í sambandinum við náttúru og umhvørvi skal røktarheimið vera framsøkið og nærverandi bygging á altjóða støði, skrivar torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2022-09-13 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í sambandi við at Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík, verður nú boðið til undangóðkenning til verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av røktarheiminum.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag. 

Talan er um eina stóra verkætlan. Røktarheimið skal eftir ætlan hava 64 búpláss og 16 røktaríbúðir. Økið er áleið 50.000 m2, byggingin áleið 6.500 m2, og fíggjarligi karmurin fyri verkætlanina er 210 mió. krónur.

Ymisk krøv eru til verkætlanina og byggingina:

- Við støði í sambandinum við náttúru og umhvørvi skal røktarheimið vera framsøkið og nærverandi bygging á altjóða støði. Verkætlanarkappingin skal vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, havum o.ø, kunna gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum.

Tórshavnar kommuna boðar eisini frá, at útboðið verður gjørt sum avmarkað útboð, har upp til fýra undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.

Uppgávan umfatar heildarráðgeving í sambandi við gerð av skipanaruppskoti, verkætlanaruppskoti, forprosjekti, høvuðsprosjekti, útboði í høvuðsarbeiðstøku, umframt uppfylging og eftirlit í sambandi við útinnan. Umframt hetta umfatar uppgávan eisini tilhoyrandi útiøki.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder