Innanlands

Bingja mundi enda á landsvegnum

Framvegis nógvur vindur - grót skolað upp á rundkoyringina við tunnilsmunnan á Saltnesi

2022-12-26 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast sagt var, at mesti vindurin skuldi vera um middagsleitið í dag, so er framvegis útideyðaveður so at siga kring alt Føroyar.

Á Hjalla oman fyri Hvítanes tók vindurin í eina bingju, so at hon mundi enda niðri á vegnum til Sunds.

Landsverk ávarar eisini um ring koyrilíkindi. Bilførarar, ið skuli í ella úr Eysturoyartunnlinum á eystara armi verða biðin um at ansa væl eftir, tí uppgangur er, og grót er skolað upp á land.

Sí koyrilíkindini her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder