Mentan

Bindifestivalurin ásett dato fyri 2020

Næsta ár verður Bindifestivalurin í Fuglafirði í døgunum 23. - 25. apríl. Á skránni verða hópin av verkstovum og fyrilestrum, umframt túrar og hugalig samvera.

2019-09-21 09:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár verður Bindifestivalur aftur í Fuglafirði, hesaferð í døgnunum 23., 24. og 25. apríl 2020.

Á skránni verða hópin av verkstovum og fyrilestrum, umframt túrar og hugalig samvera í vøktum og mennandi umhvørvi.

Allir áhugatímar eru á føroyskum ella norðurlendskum. 

Bindifestivalurin er nú eisini væl kendur uttan fyri norðurlondini.

Fylg við dagføringum av skránni á heimasíðuni hjá festivalinum og á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder