Innanlands

Bilur endaði á takinum

Í morgun var eitt ferðsluóhapp í Vágum, og hóast bilurin fór illa, var eingin fólkaskaði, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-05 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri klokkan átta í morgun var eitt ferðsluóhapp millum Sandavágsháls og Fútaklett í Vágum.

Talan var um ein bil, sum onkursvegna fór útav vegnum, fór runt og endaði á takinum. Júst hví óhappið hendi verður nú kannað nærri.

Tríggir persónar vóru í bilinum, men teir høvdu ongan nevniverdan skaða fingið.

Sjúkrabilur og løgregla varð send á staðið, og mett varð ikki, at tað var neyðugt at koyra fólkini á sjúkrahúsið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at bilurin tó er illa farin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder