placeholder
Innanlands

Bilførarin slapp væl

Hóast ferðsluóhappið var ógvusligt og bilurin fór illa, fekk førarin lítlan og ongan skaða

(Skíggjamynd: Google Maps)

(Skíggjamynd: Google Maps)

2022-07-26 13:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um 11 tíðina fyrrapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp við Effostøðina í Skálabotni.

Tað var ein bilur sum kom út á landsvegin, sum ikki helt víkiskylduna, og stoytti saman við einum lastbili, sum koyrdi suðureftir.

Tá vit prátaðu við løgregluna seinnapartin í gjár, vistu tey ikki at siga um støðuna hjá bilførararnum. Men í dag eru boðini, at hann er sloppin væl frá óhappinum. Stoyturin var so mikið harður, at tað fór illa við bilinum, men førarin sum var fluttur á Landssjúkrahúsið var útskrivaður stutt seinni.

Viðkomandi helt ikki víkiskylduna, og missir helst koyrikortið treytað. Hann má taka koyrikortið av nýggjum ella missir hann tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder