Innanlands

Biden: - Tað er pínligt

Joe Biden segði í røðu í gjár, at tað ikki klæðir Donald Trump væl, at hann ikki vil góðtaka tap, og at tað fer at skapa eftirmæli forsetans

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-11 09:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Donald Trump er framvegis forseti í USA. Tað verður hann fram til 20. januar, tá Joe Biden tekur við. Leygardagin varð kunngjørt, at demokraturin hevði vunnið Pennsylvania, og harvið varð Biden kunngjørdur vinnari.

Núverandi forsetin heldur tó fast í, at talan er um valsvik, og stig eru tikin til at fáa talt umaftur og at fáa málið í hægsta rætt.

Hetta líkar sjálvsagt ikki Joe Biden, sum í gjár, fyri fyrstu ferð, tosaði um tað, at Donald Trump noktar at góðtaka niðurlagið.

- Eg haldi bara, at tað er pínligt, um eg sigi tað bart út. Hetta er nakað, sum eg
haldi ikki fer at hjálpa eftirmælinum hjá forsetanum

[object Object]
Donald Trump hevur ikki verið nógv framm síðani valið, men hann hevur gjørt greitt, at hann ikki fer at geva seg (Mynd: EPA)

Biden var róligur, men segði tað var trupult at orða við hóvsemi. 77-ára gamli demokraturin kom eisini inn á, at hann hevði hoyrt frá fleiri leiðarum kring heimin, ið vónaðu, at amerikanska demokrati fór at "standa sterkt í støðuni". 

Røðan varð hildin í samband við, at Joe Biden legði fram ætlanir um skiftistíðina, sum nú fer at verða. Hóast hann fílist á, hvussu Donald Trump takklar støðuna, segði hann seg verða vísan í, at tað ikki fór at órógva ætlaninar í fyrireikingartíðini, sum er fram til 20. januar, tá Joe Biden formliga tekur yvir sum forseti nummar 46 í USA.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder