Innanlands

Ber framvegis ikki til at koyra buss í Klaksvík

Nógvi kavin darvar - triðja dagin á rað verður eingin koyring hjá býarbussinum í Klaksvík, og trupult er at rudda

Kavaruddingin í Klaksvík er skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Tað er tó óvanliga nógvur kavi, og trupult er at avgreiða alt (Mynd: klaksvik.fo)

Kavaruddingin í Klaksvík er skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Tað er tó óvanliga nógvur kavi, og trupult er at avgreiða alt (Mynd: klaksvik.fo)

2023-01-18 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast bussleiðin liggur ovarlaga í raðfestingini fyri kavaruddingini hjá Klaksvíkar kommunu, hava gulu býarbussarnir ikki koyrt í gjár og í dag.

Soleiðis bar til at staðfesta í grein í gjár, og Klaksvíkar kommuna kunngjørdi seint í gjárkvøldið, at býarbussurin heldur ikki koyrir mikudagin 18. januar - tað vil siga í dag.

Borgarstjórin Karl Johansen sigur við klaksvik.fo, at áleið 50 kilometrar av vegi skulu gravast og saltast, so hvørt sum kavin fellur. Vegadeildin er útgjørd til at kunna loysa uppgávuna, men starvsfólkahópurin megnar ikki meira enn eitt vist. Tað liggja nógvir arbeiðstímar í at koma runt, og ofta verður runnið kapp við tíðina, áðrenn meira kavi fellur, og farast skal afturumaftur.  

Í løtuni er kavaruddingin, sum nógv kjak er um í Klaksvík nú eins og tað var áðrenn jól, skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Tað er óvanliga nógvur kavi í Klaksvík í hesum døgum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder