Innanlands

Beinleiðis sjónvarp: Hátíðarhald á Skúlanum á Fløtum

Hátíðarhald í sambandi við, at Skúlin á Fløtum verður tikin í nýtslu. Hátíðarhaldið byrjar klokkan 15:15, fylg við her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-03 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri at halda tilmælini um koronu er hátíðarhaldið á Skúlanum á Fløtum í dag fyri innbodnum

Hinvegin verður hátíðarhaldið stroymt, og sæst omanfyri.

Sí myndir tá næmingarnir tóku skúlan í nýtslu í gjár

Skráin:

Kl. 15.15 – Hátíðarhaldið í høllini byrjar

Birita Adela Davidsen, solistur, og Jákup Tórgarð, klaver, framføra eina týska ariu, “Vilja’s Lied” úr Die Lustige Witwe eftir Franz Lehár

Felagssangur: Landið eg bar við mær – Hanus Joensen, klaverfylgispæl

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur røðu

Jenis av Rana, landsstýrismaður, ber fram eina heilsan

Verk eftir Atla Kárason Petersen og Oddfríð M. Rasmussen verður framført. Bólkur spælir og børn syngja

Umboð fyri høvuðsráðgeva EIND Í/F – Árni Winther, ber fram eina heilsan

Listafólkini greiða frá listaverkunum – Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø

Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, ber fram eina heilsan og handar saman við borgarstjóranum blómutyssi til skúlastjóran og frítíðarskúlaleiðaran

Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, ber fram eina heilsan

Felagssangur: Tú alfagra land mítt – Hanus Joensen, klaverfylgispæl

Hátíðarhaldið í høllini endar

Kl. 16.15 – kaffi/te og køka í miðøkinum. Opið hús til kl. 18.00

Kim Hansen spælir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder