Innanlands

Bátur fekk um skrúvuna í Norðhavinum

Tjaldrið varð sunnumorgunin boðsent at sleipa bátin til lands

Tjaldrið sleipaði bátin til lands í gjár (Savnsmynd: KVF)

Tjaldrið sleipaði bátin til lands í gjár (Savnsmynd: KVF)

2022-04-18 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár mátti Tjaldrið sleipa ein bát, sum hevði fingið um skrúvuna. Tað skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Tað var klokkan 10 sunnumorgunin, at boðini komu um, at ein bátur hevði trupulleikar, og varð vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið boðsent.

Báturin var staddur í Norðhavinum, og sleipaði Tjaldrið hann til lands. Sleipið tók átta tímar, og kom Tjaldrið sostatt inn við bátinum um seks-tíðina í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder