Innanlands

Barnabati: Óttin fyri ikki at vera partur av einum felagsskapi fyllir meiri

Óttin fyri ikki at vera partur av einum felagsskapi fyllir meiri hjá børnum enn óttin fyri at avrika og fáa góðan karakter til eina próvtøku, siga aðalskrivarin og mentorsamskiparin í Barnabata við Skúlablaðið

Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata (Savnsmynd)

Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata (Savnsmynd)

2023-01-02 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki í sjálvum sær royndir og kanningar, sum elva til strongd og mistrivnað í skúlanum, men hinvegin vantandi ella vánaligt samband millum børn og vaksin, sigur aðalskrivarin í Barnabata, Djóni J. Eidesgaard.

– Vit eru í sambandi við børn og ung, sum ikki orka, tíma ella vilja í skúla. Hetta síggja vit eisini hjá børnum, sum hava orkurík foreldur. Vit eru eisini í sambandi við børn, sum óttast fyri at enda í einum serflokki. Tað fata tey sum ta ringast hugsandi revsingina yvirhøvur, tí har vil eingin vera, sigur hann við Skúlablaðið.

Í Barnabata hava tey børn í teirra mentorskipan, sum ikki vilja í skúla, og kunnu tað vera nógv viðurskifti, ið spæla inn.

– Vit vita, at tað eru børn, sum kenna seg at vera undir trýsti beint upp undir eina próvtøku, men vit hava ongantíð hoyrt børn siga seg vera strongd av at skula til landsroynd ella PISA-roynd, sigur Djóni J. Eidesgaard.

Mentorsamskiparin í Barnabata, Ugur Kevioglu sigur eisini við Skúlablaðið, at hann kemur í samband við næmingar í framhaldsdeildini, sum kunnu kenna seg at vera undir trýsti, tá ið tey skulu til próvtøku.

- Tá ið eg tosi við børn og ung, so snýr trýstið seg meiri um óttan fyri ikki at vera partur av einum felagsskapi, heldur enn óttan fyri at avrika og fáa góðan karakter til eina próvtøku. Summi fáa ilt í búkin, áðrenn tey koma í skúla, tí tey stúra fyri, um tey eru partur av felagsskapinum ella ikki. At avrika, tá ið talan er um at vera partur av felagsskapinum ella ikki, er ein trupulleiki, vit kenna nógv til. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder