Innanlands

Barbara stillar upp aftur til fólkatingsvalið

Barbara Gaardlykke Apol, sum gjørdist triðvald á listanum hjá Javnaðarflokkinum til seinasta fólkatingsval, og hevur sitið sum varafólk í tveimum umførum, stillar uppaftur

Barbara Gaardlykke Apol sat sum varafólk á fólkatingi í tveimum umførum – í mars 2020 og í mai 2021 (Savnsmynd)

Barbara Gaardlykke Apol sat sum varafólk á fólkatingi í tveimum umførum – í mars 2020 og í mai 2021 (Savnsmynd)

2022-09-25 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Barbara Gaardlykke Apol stillar upp fyri Javnaðarflokkin á komandi fólkatingsvali.

Á seinasta fólkatingsvali í 2019 bleiv Barbara Gaardlykke Apol við 392 atkvøðum, triðvald á listanum hjá Javnaðarflokkinum, og hevur hon síðani sitið sum varafólk hjá Sjúrði Skaale í tveimum umførum.

Barbara er 27 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hon hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU í mong ár. Haraftrat hevur hon verið forseti fyri Ungdomens Nordiska Råd. Tá hon sum 24 ára gomul umboðaði Javnaðarflokkin á fólkatingi fyri fyrstu ferð í mars 2020, gjørdist hon yngsta føroyska fólkatingsumboðið nakrantíð.

Eins og í 2019 stillar Barbara einans upp til fólkatingsvalið, og sambært tíðindaskrivi frá Javnaðarflokkinum, grundgevur hon soleiðis:

– Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at umboðini eru farin at røkja sessin fulla tíð. Harafturat tykist tað sum um, at meginparturin av valevnunum bara nýta fólkatingsvalið sum ein møguleika at gera vart við seg áðrenn eitt løgtingsval. Fólkatingssessurin er ov týdningarmikil til hetta, og tí stilli eg einans upp til fólkatingsvalið.

Sambært Barbaru er tað týdningarmikið at hava eina føroyska rødd á fólkatingi, so leingi vit hava felagsmálsøki við Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder