Innanlands

BankNordik leitar eftir nýggjum stjóra

Tryggingareftirlitið góðtók ikki Heina Thomsen sum nevndarlim í tryggingarfeløgunum hjá bankanum. Partarnir eru nú samdir um fráfaringaravtalu

Heini Thomsen fekk bert nakrar mánaðir í stjórasessinum hjá BankNordik

Heini Thomsen fekk bert nakrar mánaðir í stjórasessinum hjá BankNordik

2023-01-19 11:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nevndin í BankNordik og Heini Thomsen hava í dag gjørt eina fráfaringaravtalu, sum inniber, at Heini Thomsen fer úr starvinum sum stjóri í BankNordik.

Hesum boðar bankin frá í fráboðan á heimasíðu bankans í morgun.

- Tryggingareftirlitið tók herfyri avgerð um ikki at góðkenna Heina Thomsen sum nevndarlim í tryggingarfeløgunum hjá BankNordik-samtakinum, og í tí sambandi eru partarnir komnir ásamt um at steðga samstarvinum, skrivar BankNordik.

Stjórnin í bankanum verður mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, og Turið F. Arge, stjóra, inntil síðst í apríl, tá ið Árni Ellefsen leggur frá sær, og Turið F. Arge sum áður fráboðað tekur við sum forstjóri.

Nevndin í BankNordik takkar Heina Thomsen fyri samstarvið og fer nú undir eina tilgongd at seta nýggjan stjóra, sum saman við Turið F. Arge skal manna framtíðar stjórn bankans.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder