Innanlands

Bakkafrost: 103 milliónir lupu av í triðja ársfjórðingi

Framleiðslan hevur verið óvanliga stór í triðja ársfjórðingi orsaka av øktum eftirspurningi í Evropa og USA. Gongd er eisini komin á søluna til Russlands

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-10 07:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2020 var 102,7 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 21.600 tons í kruvdari vekt, harav 11.100 tons vórðu tikin í Føroyum og 10.500 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 118,4 milliónir krónur, harav aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 96,6 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 28,4 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 21,8 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 69,5 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 176,8 milliónir krónur í mun til 180,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan í triðja ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.611 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 11.135 tons tikin í Føroyum í mun til 12.938 tons sama ársfjórðing í fjør, og 10.476 tons vórðu tikin í Skotlandi.

Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 60.424 tons í kruvdari vekt í mun til 39.254 tons fyrra hálvár í fjør. Harav vórðu 34.734 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 39.254 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, og 25.681 tons vórðu tikin í Skotlandi.

Tilsamans vórðu 4,8 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi 2020. 3,6 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 1,3 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar vórðu 2,4 milliónir smolt sett út í Føroyum í sama ársfjórðingi í fjør. Tilsamans eru 13,9 milliónir smolt sett út fyrstu nýggju mánaðirnar í ár í mun til 7,7 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. 8,7 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 5,2 milliónir í Skotlandi.

Óvanliga stór framleiðsla
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Alheims laksamarknaðurin hevur eisini í hesum ársfjórðinginum verið nógv ávirkaður av koronafarsóttini. Laksavinnan hevur verið undir stórum trýsti, og hetta sæst aftur í fíggjarligu úrslitunum í vinnuni. Hóast hetta hevur Bakkafrost varðveitt støðugu framleiðsluna gjøgnum ársfjórðingin til kundar okkara kring heimin. Framleiðslan av liðugvørum hevur verið óvanliga stór fyri ársfjórðingin, orsakað av øktum eftirspurningi frá kundum okkara í Evropa og USA. Gongd er eisini komin aftur á søluna til Russlands.

- Lívfrøðiliga gongdin í Føroyum hevur verið góð, og laksurin, vit hava tikið í ársfjórðinginum, hevur havt sera góða góðsku. Hetta er millum annað eitt úrslit av stóru íløgunum, vit hava framt seinastu árini í smoltframleiðslu – eitt nú nýggja smoltstøðin á Strond, sum nú ger okkum før fyri at framleiða størri smolt við enn betri góðsku. Hendan gongdin er ikki liðug enn, og tá ið komandi útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali eru lidnar, fara vit at røkka okkara máli fyri 2022, at miðalvektin á útsettu smoltunum skal vera 500 gramm.

- Góðskan og støddin á smoltinum hevur stóran týdning fyri lívfrøðiligu gongdina, og tískil leggja vit stóran dent á hetta. Nærlagni, burðardygd  og góð fiskarøkt eru eisini sera týðandi fyri okkum.

- Í 2013 settu vit okkum sera avbjóðandi málið, at allur laksurin hjá Bakkafrost skuldi verða ASC*-góðkendur í 2020 (*Aquaculture Stewardship Council). Síðan tá hava vit arbeitt miðvíst at náa hesum máli og hava tillagað virksemið og ment okkara førleikar. Eg eri tískil sera errin av avrikinum hjá starvsfólkum okkara, og tað frøir meg at kunna boða frá , at vit hava nátt málinum:

Allur føroyskur laksur hjá Bakkafrost er nú ASC-góðkendur
- Við okkara serstaka laksi í heimsflokki, okkara smidligu virðisketu, vaksandi tøkunøgd og jaligu marknaðarútlitunum fyri 2021, meta vit at Bakkafrost er í einari framúr góðari støðu, sigur Regin Jacobsen. 

[object Object]

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 96,6 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020 samanborið við 231,5 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði henda ársfjórðingin eitt rakstrarhall á 28,4 milliónir krónur.

Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 21,8 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020 í mun til 25,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2020 var 69,5 milliónir krónur samanborið við 94,5 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.256,7 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2020 í mun til 1.018,7 milliónir krónur við árslok 2019. Bakkafrost hevði 2.163 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2020, og solvensurin var 68 prosent.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder