Innanlands

Avgerðirnar skulu flytast heim til Føroyar

13 fólk – 7 kvinnur og 6 menn – ynskja at umboða Tjóðveldi á fólkatingi. Flokkurin gevur tí stjórn, ið vil ganga tjóðskaparkrøvum floksins á møti, sín stuðul

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-06 12:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tjóðveldi fer á Fólkating at flyta politisku avgerðirnar heim til Føroya og annars at greiða dønum og umheimin frá, at í Føroyum býr eitt egið fólk, sum ikki ynskir at onnur skulu taka avgerðir yvir høvdið á teimum.

Nøkulunda soleiðis ljóðaði høvuðsboðskapurin, tá Høgni Hoydal, floksformaður, vegna Tjóðveldi fyrrapartin legði fram valskrá floksins til komandi fólkatingsval.

Tjóðveldi stillar við 13 valevnum – 7 kvinnum og 6 monnum.

Øll løgtingsmanning floksins, við undantaki av Pálli á Reynatúgvu eru á listanum. Harafturat eru, Magni Arge, sum røkti fólkatingssessin fyri flokkin í farna valskeiði, fyrrverandi tingfólkini Annita á Fríðriksmørk og Ingolf S. Olsen, Lillian Weihe, fyrrverandi tíðindastjóri í Kringvapi Føroya, Jóhann Christiansen, fyrrv. borgarstjóri í Eysturkommunu, Rógvi Nybo, býráðslimur í Sunda kommunu, Ásla Leila Johansen, býráðslimur í Vága kommunu, og Kristian Oskar Hendriksen, kommunustýrislimur á Sandi.

Taka avgerðir yvir høvdið á okkum

Tjóðveldi leggur dent á at fáa umboðan aftur á danatingi, serliga tí vit hesa seinastu tíðina hava upplivað, at danir eru farnir at taka avgerðir í málum, sum longu eru yvirtikin, vísti Høgni Hoydal, og vísti á málini, sum nú verða skotin undir at vera trygdarmál.

Hann legði fram eina valskrá í seks punktum undir yvirskriftini “Altíð til arbeiðis fyri Føroyar”.

Hava eittans krav til donsku stjórnina

Og serliga heitur gjørdist floksformaðurin, tá hann kom til tað sætta og seinasta málið á listanum, sum snýr seg um hvørja danska stjórn flokkurin møguliga fer at stuðla.

- Vit hava eittans krav, og vit stuðla tí stjórnini, sum tekur undir við hesum kravi: At Danmark alment boðar frá, at bara føroyingar gera av, nær vit vilja gerast ein statur í heiminum. Og at Føroya fólk uttan uppíblanding kann samtykkja sína egnu grundlóg.

Og Høgni Hoydal er eisini sinnaður at fella eina danska stjórn, sum ikki við ganga hesum málið Tjóðveldis á møti.

- Skuldi ein støða uppstaði, at ein donsk stjórn hevur tørv á okkara atkvøðu, so fara vit sjálvandi at seta fram hetta krav. Verður tað ikki gingið okkum á møti, so fær stjórnin heldur ikki okkara atkvøðu, segði Høgni Hoydal.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Vakthundur og innsavnari av vitan

Tjóðveldi ætlar sum fyrsta mál á fólkating at vera vakthundur hjá Føroyum – ein radari, ið fylgir við og tryggjar, at avgerðir ikki verða tiknar yvir høvdið á føroyingum. Fólkatingssessurin skal eisini brúkast til at savna inn upplýsingar og dátur, sum tað annars er trupult at fáa hendur á. Her verður hugsað um viðurskifti innan løgregluna, yvir peningarenslið millum Danmark og Føroyar og staklutir og avtalur, ið eru gjørdar viðvíkjandi loftrúminum yvir Føroyar.

Hetta seinasta er eisini fyrireiking at gera klárt til at føroyskt dómsvald, løgregla og loftrúm verður sett á stovn og skipað.

Nógv vilja á listan

Upp á fyrispurning um hví flokkurin stillar upp við 13 valevnum, tá tað er sannlíkt hægst er eitt, ið verður valt, segði Høgni Hoydal, at flokkurin ynskir at verða umboðaður av einum sterkum liði til fólkatingsvalið, væl umboðað, bæði kynsligt og landafrøðiliga, sum er sinnað at stríðast fyri føroyskum sjálvræði.

- Tað eru so nógv góð fólk, sum ynskja at koma upp á listan hjá okkum. Okkum nýtist ikki at fara út at leita eftir valevnum, vísir Høgni Hoydal við stoltleika á.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder