Innanlands

Avbjóðingar við kavanum í Klaksvík

Hóast bussleiðin liggur ovarlaga í raðfestingini fyri kavaruddingini hjá Klaksvíkar kommunu, hava gulu býarbussarnir ikki koyrt í gjár og í dag

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-01-17 12:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klaksvíkar kommuna hevur tríggjar maskinur, sum taka sær av kavaruddingini í kommununi.

Men tá so nógvur kavi kemur niður, sum tað gjørdi beint undan jólum og aftur farna vikuskifti, so eru avbjóðingarnar stórar.

Tað staðfestir Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, sum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu greiðir frá støðuni, sum hon er viðvíkjandi kavaruddingini í kommununi.

Her verður greitt frá, at kavaruddingin er skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Næstir eru vegir, sum liggja parallelt upp at høvuðsvegnum, og teir vegir, har mestur kavi fellur. Síðani koma síðuvegir, smalir vegir, brattar brekkur og gonguteigar.

Hóast bussleiðin liggur høgt í raðfestingini í sambandi við kavarudding, so hevur bussleiðin, sambært klaksvik.fo, hvørki koyrt í gjár ella í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder