Innanlands

Ávara um bakteriuvøkstur í kakukremi

Fyndbo Foods A/S afturkallar hindber kakukrem, sum er selt í føroyuskum handlum

2022-09-03 15:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fynbo Foods A/S afturkallar hindber kakukrem, sum er selt í Føroyum.

Orsøkin er, at virkið hevur funnið bakteriuvøkstur í gløsum við kakukremi, og er tað tí óegnað sum matvøra.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir øllum, sum eiga hesa vøru inni, um at lata hana inn aftur, har hon er keypt ella at beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

Fynbo Hindber Kakukrem
Best fyri: 17.11.2022
EAN-strikukota 5707446120013
Bachnummar: 11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder