Uttanlands

Aung San Suu Kyi trý ár afturat

Ein dómstólur í Myanmar gav í gjár fyrrverandi leiðaranum trý ára fongsulsrevsing fyri valsvik í sambandi við valið í 2020, sum sambært núverandi hernaðarstýrinum ikki fór rætt fram

Aung San Suu Kyi hevur tilsamans fingið nærum 20 ára fongsul, men hon noktar seg seka í øllum ákærum (Mynd: EPA)

Aung San Suu Kyi hevur tilsamans fingið nærum 20 ára fongsul, men hon noktar seg seka í øllum ákærum (Mynd: EPA)

2022-09-03 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi fekk av einum dómstóli í gjár trý ára fongsulsrevsing fyri valsvik í sambandi við valið í november 2020.

Dómurin er tann seinasti av fleiri, sum hon hevur fingið. Miðskeiðis í august varð hon dømd seks ára fongsul fyri mutur, og eisini hevur hon fingið aðrar dómar á tilsamans 11 ár. Teir eru m.a. fyri brot á koronareglurnar, brúk av ólógligum walkie-talkies og fyri at royna at eggja til uppreistur.

Í gjár fekk 77 ára gamla Suu Kyi so trý ár afturat – við hørðum arbeiði, sigur ein kelda sambært Ritzau. Lagt verður afturat, at heilsustøða hennara er góð.

Suu Kyi hevur sitið inni síðan fyrst í 2021, tá herurin í Myanmar tók valdið í landinum. Hon noktar seg seka í øllum ákærum.

Grundgevingin hjá herinum fyri at fremja kvettið í fjør hevur verið, at valsvik varð framt í sambandi við seinasta val í 2020. Tá gjørdist tað ein stórur sigur hjá flokkinum hjá Suu Kyi, National League for Democracy, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk nøkur fá prosent av atkvøðunum.

Sambært altjóða eygleiðarum gekk valið fyri seg á rættvísan hátt, men herurin vil vera við, at talan var um fleiri enn 11 milliónir dømi um valsvik, og ógildaði hann tí valúrslitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder