Innanlands

Átta fólk kláraðu ikki at bíða við fartelefonini

Løgreglan tók í gjár átta bilførarar, sum nýttu telefon undir akstri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-20 08:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan var í norðurøkinum í gjár, og gjørdi eitt málrættað átak móti bilførarum, sum nýta hondhildna fartelefon meðan koyrt verður.

Nøkur duttu í fellina, tí í átta førum nýttu bilførarar í telefon undir akstri, og fingu bót fyri hetta. Hetta kann vera, at tey tosa í telefon, senda sms ella eitt nú reika á netinum meðan koyrt verður. Hetta er ikki loyvt, og gevur 1000 krónur í bót.

Annars hevur løgreglan verið úti á skúlum seinastu dagarnar og kannað ferðsluna, men sagt verður av løgreglustøðini, at í allar flestu førum eru viðurskiftini í ordan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder