placeholder
Uttanlands

Atfinningar fær hollendsku kongsfamiljuna at avlýsa ferð til Grikkalands

Meðan onnur vórðu biðin um at halda seg heima, fóru kongurin og drotningin til Grikkalands, men orsakað av nógvu atfinningunum, fóru tey heim aftur dagin eftir

Willem-Alexander kongur og Maxima drotning (Mynd: EPA)

Willem-Alexander kongur og Maxima drotning (Mynd: EPA)

2020-10-18 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin fóru hollendsku kongshjúnini, Willem-Alexander kongur og Maxima drotning av stað til Grikkalands, men ferð teirra varð avbrotin eftir bert einum degi.

Hjúnini fóru úr Hollandi, sum orsakað av korona varð partvíst afturlatið. Tey fóru at ferðast, meðan heitt varð á restina av fólkinum um at halda seg heima, og tað hevur skapt øsing.

Tað var orsakað av nógvu atfinningunum, at kongurin og drotningin fóru heim aftur longu leygarkvøldið, hóast tey í roynd og veru ikki høvdu brotið nakrar reglar.

– Vit ynskja ikki, at nakar ivi skal vera um, at tað er neyðugt at fylgja leiðreglunum fyri at fáa tamarhald á koronavirusinum. Kjakið um okkara ferð hjálpir ikki, sigur hollendska kongshúsið í fráboðan.

Sambært Ritzau, er landsins forsætisráðharri, Mark Rutte, nú biðin um at koma við einari frágreiðing um ferðina hjá kongshjúninum, tí forsætismálaráðið hevur ábyrgdina av kongshúsinum. Tjóðartingslimir vilja m.a. vita, um Mark Rutte mældi teimum frá at fara til Grikkalands.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at atburðurin hjá kongsfamiljuni hevur vakt ans undir koronafarsóttini. Í august sá mann familjuna gera ímóti tilmælunum um frástøðu á eini aðrari ferð í Grikkalandi.

Í løtuni verður árliga játtanin til kongsfamiljuna endurskoðað.

Leygardagin skrásetti Holland fleiri enn 8.000 smittutilburðir. Tað er fyrstu ferð undir hesari farsóttini, at tað kemur fyri. Í hesum sambandi eru skeinkistøð biðin um at hava stongt komandi fýra vikurnar.

Sambært Worldometers.info hevur Holland skrásett 220.000 smittutilburðir og nærum 7.000 andlát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder