Innanlands

Ársins iverkseti skal finnast

Sjóneykan verður sett á føroyska filmsframleiðslu á íverksetaradegnum seinni í mánaðinum

2022-09-05 18:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

23. september skipar Íverksetarahúsið aftur fyri árliga íverksetaradegnum.

Og í hesum sambandi verður nú sóknast eftir evnum til at fáa heiðurin, sum ársins íverkseti.

- Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð frá tilnevningunum, sum koma inn. Í dømingini verður dentur lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi, skrivar Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi.

Freistin at senda tilnevningar til Íverksetarahúsið, er á midnátt 12. september.

Í fjør varð fyritøkan Breyðvirkið, kosin Ársins Íverkseti.

Á íverksetaradegnum í ár verður sjóneykan sett á føroyska film- og filmsframleiðslu. Í tí sambandi verða fleiri fyrilestrar, frá fólki úr føroysku og donsku filmsvinnuni. 

[object Object]Breyðvirkið var Ársins Íverkseti í fjør


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder