Innanlands

Árni Gregersen: Kunnu vænta løgtingsval í heyst

Tað segði hann í Degi & viku í kvøld

Skíggjamynd (KvF)

Skíggjamynd (KvF)

2018-07-06 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Árni Gregersen, journalistur í Miðlahúsinum, segði í Degi & viku í kvøld, at okkurt bendir á at løgtingsval verður í heyst.

- Tað eru nógv viðurskifti sum gera, at tað hevði verið lættari fyri samgonguna at farið út í eitt valstríð í heyst í staðin fyri at gera tað næsta ár, sigur Árni Gregersen.

Hann sigur, at millum annað nógvu íløgurnar sum tingfólk vilja gera ymsastaðni í landinum meðan vit eru í hægstu búskapartíðum, tyngja samgonguna.

Samgongan skal nú í holt við at smíða eina fíggjarlóg, og tað verður nógv trýst á landsstýrisfólkunum hesa tíðina, heldur Árni Gregersen.

- Ágangurin verður so ræðuliga stórur, serliga á fíggjarmálaráðharran Kristinu Háfoss, og eg ivist í um hon megnar einsamall um hon megnar at sita ov tungt á kassanum, metir Árni Gregersen.

Eisini hevur Framsókn gjørt greitt, at tað skal haldast aftur búskaparliga. Tað er ikki rúm fyri øktum rakstri ella størri íløgum, sigur Framsókn.

Sí samrøðuna sum Uni Holm Johannesen gjørdi við Árna Gregersen her (kvf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder