Innanlands

Árliga tiltakið Visit Faroe Islands sett í gongd

Hetta er 16. árið á rað, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál

(Mynd: Visit Faroe Islands)

(Mynd: Visit Faroe Islands)

2022-04-29 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árliga Visit Faroe Islands tiltakið byrjaði í morgun. Hetta er 16. árið á rað, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál.

Eins og í fjør luttaka fleiri enn 50 umboð úr 17 ymiskum londum kring heimin. Eitt nú eru umboð úr hinum Norðurlondunum, Belgia, Týskland, Italia, Frakland og USA.

Eins og undanfarin ár er eisini stórur áhugi hjá føroyskum fyritøkum at taka lut, og sambært Visit Faroe Islands eru 40 føroyskar ferðavinnufyritøkur við. Fleiri av teimum eru eisini nýggjar fyritøkur, sum eru við fyri fyrstu ferð. Talan er t.d. um Boat.fo, Tórshavn Sea Adventure, Adventure, Remót Travel, Heima í Stovu og Enjoy og Rent a bike.

– Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at víðka um talið á útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta, er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.

– Vit eru serstakliga glað fyri stóra áhugan og undirtøkuna í ár bæði frá útlendskum og føroyskum fyritøkum, mest tí at hetta er fyrstu ferð vit øll hittast eftir koronu, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.

Runavík er karmur um verkstovuna, sum byrjaði í Løkshøll klokkan níggju í morgun. Útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum og hoyra um teir mongu møguleikarnar, ið eru í Føroyum sum ferðavinnumál. Í kvøld er døgurði í Silo, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni, og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder