Innanlands

Árliga seyðauppboðssølan á Bíargarði í Hvalba í kvøld

Frá klokkan 17 ber til at bjóða á netinum til árligu seyðauppboðssøluna hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag. Undirtøkan hevur verið góð seinastu árini

Gimburlamb, 43 kg. Hesin er millum annað á uppboði í kvøld (Mynd: Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag)

Gimburlamb, 43 kg. Hesin er millum annað á uppboði í kvøld (Mynd: Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag)

2022-10-07 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er frá klokkan 17, at til ber at bjóða á netinum til árligu seyðauppboðssøluna hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.

Hon verður annars á Bíargarði í Hvalba klokkan 19, men verður samstundis hilin á netinum. Til ber at bjóða við sms-boðum, og so sæst nýggjasta boðið so hvørt á heimasíðuni gevbod.com.

Claus Olsen, formaður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sigur, at 12 livandi seyðir, tvey krov og 40 limir, eru á uppboði.

Hetta hevur verið eitt væl umtókt tiltak seinastu árini, og allur peningurin fer til raksturin av bjargingarfelagnum.

Upplýst verður, at boð koma ymsastaðni frá. Eitt nú frá fólki sum sigla í Grønlandi.

Uppboðssølan sæst á gevbod.com her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder