2022-09-07 12:39
Í mai varð bjóðað til arkitektakapping fyri undangóðkendum toymum at gera uppskot til eitt nýtt tjóðleikhús á Eystara Bryggju í Havn.
Freistin at lata inn uppskot var 25. august. Kappingin er nú liðug, og í vikuni verður høvi hjá almenninginum at síggja øll innkomnu uppskotini.
Uppskotini verða víst fram í Mullers Pakkhúsi frá fríggjadegnum, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.
Opið verður fríggjadagin 9. september frá klokkan 15 til 17, og leygardagin 10. september millum klokkan 13 og 17. Eisini verður opið mánadagin til mikudagin 12. - 14. september millum klokkan 13 og 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald