Innanlands

Arbeiðsóhapp á Kósini

Ein persónur hevur fingið skaða, men annað kann løgreglan ikki siga í løtuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-06 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um middagsleitið hendi eitt arbeiðsóhapp á Kósini í Klaksvík.

Norðlýsið skrivar, at ein ammoniaktangi er sprongdur.

Ein maður hevur fingið skaða og er fluttur á sjúkrahúsið. Løgreglan veit enn ikki at siga nakað meira um málið, men avvarðandi eru kunnaði um hendingina, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder