Innanlands

Arbeiðsloysið hevur ikki verið lægri

Í august og september var arbeiðsloysið í Føroyum 0,5 prosent, ið svarar til 150 fulltíðararbeiðsleys

2022-10-26 10:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstova Føroya hevur aftur gjørt hagtølini fyri arbeiðsloysið í Føroyum upp. Talan er um tøl fyri mánaðirnar august og september

- Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Tølini vísa, at arbeiðsloysið var 0,5 prosent í september, ið svarar til góð 150 fulltíðararbeiðsleys - í løtuni er talið 149, sambært ALS.

Hagstovan skrivar, at arbeiðsloysi hevur ikki verið lægri enn tað sama.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9 prosent í september í fjør. Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.


[object Object]Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina í arbeiðsloysinum (Mynd: Hagstova Føroya)

Arbeiðsloysið í august og september er tað lægsta, sum er mált fyri bæði kvinnur og menn.

Í september var arbeiðsloysið 0,6 prosent hjá monnum og 0,5 prosent hjá kvinnum. Tað svarar til um 90 fulltíðararbeiðsleysar menn og 60 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 1,1 prosent bæði hjá monnum og kvinnum

[object Object]

- Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í september vóru tilsamans um 170 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Í september var arbeiðsloysið eisini søguliga lægst í ymisku økjunum. Í Eysturoynni og Vágum var tað bert 0,2 prosent. Hægst var tað í Suðuroynni, har tað var arbeiðsloysið 1,1 prosent.

Til ber at síggja fleiri talvur á heimasíðuni hjá Hagstovuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder