Innanlands

Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum havt aðalfund

Sitandi nevnd við Jean Djurhuus, Árna Ellefsen og Marner Mortensen heldur fram

(Savnsmynd: Sveinur Tróndarson)

(Savnsmynd: Sveinur Tróndarson)

2021-09-06 15:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, stytt AFF, hevði týsdagin 31. august ársaðalfund.

Fyri vali á aðalfundinum stóð Jean Djurhuus, og hann var afturvaldur. Sitandi nevnd heldur sostatt áfram, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuna.

Í nevndini sita Jean Djurhuus, Árni Ellefsen og Marner Mortensen. Nevndin hevur skipað seg við Jean Djurhuus sum formanni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder