Innanlands

Angus og Mungo fingið nýggjan rakstrarleiðara

Katrin Káradóttir tekur í dag við sum rakstrarleiðari í Angus og Mungo í Havn og í Klaksvík

Katrin Káradóttir og Sally Rasmussen

Katrin Káradóttir og Sally Rasmussen

2022-09-06 16:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Katrin Káradóttir hevur higartil verið leiðari í Angus og Mungo í Klaksvík, og nú er hon sett sum rakstrarleiðari bæði á Angus og Mungo í Klaksvík og í Havn. 

Stjórin í Angus og Mungo í Havn og í Klaksvík hevur higartil verið Sally Rasmussen, og hon heldur fram sum stjóri. Hennara arbeiði var vorðið so umfatandi nú, at avgjørt varð at seta 35 ára gomlu Katrina Káradóttir í starv sum rakstrarleiðara í báðum støðum, í Havn og í Klaksvík.

Katrin hevur drúgvar royndir innan hetta økið, t.d. hevur hon arbeitt í kantinuni á Pelagos í Fuglafirði nøkur ár, og seinastu tíðina hevur hon arbeitt sum leiðari í Angus í Klaksvík.

Katrin Káradóttir tekur við nýggja starvinum í dag, 6. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder