Innanlands

Andstøðulimir funnust hvassliga at avmarkandi tiltøkunum

Samgongan og landsstýrið fingu ákoyringar frá seliga fólkafloksumboðunum um, hvørjar ætlanirnar eru - serliga møguligar avleiðingar. Uppskotið var seinnapartin til fyrstu viðgerð í løgtinginum

Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, ið eigur uppskotið. Tað er bygt á arbeiðið, ið uttanlandsnevndin hevur gjørt seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, ið eigur uppskotið. Tað er bygt á arbeiðið, ið uttanlandsnevndin hevur gjørt seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-01 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uppskot til um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum seinnapartin.

Talan er um víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk móti Russlandi, sum landsstýrið ætlar at seta í verk. Hesar ætlanirnar vórðu kunngjørdar á tíðindafundi á Viðareiði í morgun.

Les eisini: Seta umfatandi havnastongsul í verk móti Russlandi

Talan er um eina, á pappírinum, einfalda broyting, men hon kann hava ymiskar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív.

Hetta vístu umboð fyri serliga Fólkaflokkin á ferð eftir ferð - eisini var Bárður á Steig atfinningarsamur, og fyrrverandi løgmaður undraðist á, at núverandi samgonga ikki var veruliga við upp á, at hyggja eftir breiðari semju sum síðsta valskeið.

Jørgen Niclasen segði millum annað, at tað tykiskt sum um, at landsstýrið "bara gjørdi okkurt", tí nakrir danskir politikkarar og Javnaðarfloksins umboð á Fólkatingið løgdu nakað av trýsti á. Ístaðin fyri at gera støðuna hjá Russlandi verri, fór hetta bara at fáa viðurskiftini hjá nøkrum vinnum - serliga í norðurøkinum - verri. Hann spurdi, um norðurøkið "ongan góðan átti" í samgonguni. Eisini vístu Jørgen Niclasen og Árni Skaale á, at ES og onnur lond handla nógvan fisk við Russland framvegis.

Fyrrverandi fiskimálaráðharrin fekk sjálvur atfinningar fyri at hava gjørt ov lítið í fjør, men hann saknaði nú eina greiða ætlan. Jacob Vestergaard var serliga ónøgdur við, at landsstýrið ikki vil gera greitt, um ætlanin er at stegða við fiskivinnusamstarvinum sum heild fyrrenn í heyst. "Hetta er at halda fyritøkur og familjur fyri spott", varð sagt av tingsins røðarapalli. Hann, eins og fleiri andstøðulimir, stúrdu eisini fyri, at núverandi revsitiltøk kunnu fara at fáa fleri avleiðingar, og at Russland møguliga "svarar aftur".

Viðgerðin var í hálvan triðja tíma, og liggur nú í uttanlandsnevndini. Eitt sindur óvist er, nær onnur viðgerð er á skránni.

Tingfundur er lýstur aftur at vera 12. juni, og tá er framløga á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder