Innanlands

Amerikanarar fyrireika seg til ófrið

Forsetaval er í USA í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-03 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri handlar í USA hava fyrireikað seg til mótmælisgongur og ófrið í sambandi við amerikanska forsetavalið í dag.

Tað skrivar amerikanskir miðlar, eitt nú ABC News.

Í New York City, Pennsylvania og Minnesota hava handilseigarar skalka gluggarnar til fyri at forða fyri ránum, eins og tey upplivdu undir Black Lives Matters-mótmælunum fyrr í ár.

Í býnum Pittsburgh í Pennsylvania sigur borgarstjórin, Bill Peduto við ein lokalan miðil, at tey fyrireika seg til tað ringasta.

- Friðarlig valdsskifti er ein inngrógvin partur av amerikanskari mentan og søgu, og líka mikið hvør vinnur valið, so vóni eg, at amerikanarar fara at halda tann siðin, sigur Peduto við WPXI News.

Eisini í høvuðsstaðnum, Washington D.C. hava handlarnir úr at gera við at smíða fyri vindeyguni, sigur danska sendikvinnan til USA, Lone Dencker Wisborg við Ritzau.

- Her í D.C. hava handilseigarar valt at skalka gluggarnar eftir at gað endaði galið í vár í sambandi við Black Lives Matters mótmælisgongurnar, sigur Lone Dencker Wisborg.

- So tey vilja vera fyrireikað hesaferð, leggur hon afturat.

Amerikanska handilsketan, Walmart, hevur fyribils tikið vápn og lóður av handilshillunum her undan valinum.

Fleiri fólk, bæði politikarar, miðlar og vanligir borgarar, siga seg óttast fyri, at valúrslitið kann føra til ófrið.

Ein veljarakanning hjá USA Today vísir, at tríggir út av fýra amerikanarum óttast fyri ófriði á valnáttini, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder