Mentan

Altjóða tiltak og temadagur í Eysturkommunu

Forlagið Eksil skipar fyri altjóða tiltaki í nýggja býráðshúsinum í Eysturkommunu

2018-07-04 13:47 Author image
Tíðindaskriv

“…learning to stay with the trouble of living and dying in responsibility on a damaged earth” - Donna Haraway

Forlagið Eksil skipar fyri einum altjóða tiltakið og fyri einum temadagi við framsýningum, upplestri og talks. Tema fyri hendan dagin er hvussu listafólk kunnu arbeiða við og endurhugsa natúruna, landsløg og materialitet í einum post-humanum høpi tvs. í einum heimi, har menniskja ikki er miðdepil longur.

Kom og uppliva nýggja videolist frá Hong Kong, høvundar frá USA og Danmark saman við føroyskum listafólkum og høvundum.

Hvussu kunnu vit endurhugsa okkara sambond við tað materiella og við tingini í heiminum, so sum kavaflykrur, plastikk, sukur, æti ella geislavirkni innan list og bókmentir?

Hava vit brúk fyri hugtakinum um natúru longur? Hvussu kunnu vit endurhugsa okkum sjálvi í mun til natúruna og list?

Listafólk: Jón Sonni Joensen (Faroe Islands), Jóhan Martin Christiansen (Fo), Tsz-Man Chan (Hong Kong), Randi Samsonsen (Fo), Johannes Göransson (USA), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Denmark), Vónbjørt Vang (Faroes), Stuart McLean (USA) & Anna Malan Jógvansdóttir (Fo).

Forlagið Eksil hevur eisini tiltøk hósdag og leygardag í Syðrugøtu í Fjósinum.

Hósdagin í Fjósinum Syðrugøta: 

Hildaland: A Lost Man and A Lost Island – videolist og artist talk – Tsz-Man (Hong Kong) og Stuart McLean (USA)

Eisini lesa Oddfríður Marni Rasmussen, Katrin Ottarsdóttir, Haldur Suni, Sámal Soll og Ludvík á Brekku.

Eisini verður skriviverkstaður leygardaigin við professaran innan skriving Johannes Göransson.

- Forlagið Eksil

placeholder
placeholder