Innanlands

Altjóða roykfríur dagur er í dag

Á hvørjum ári eru fleiri hundrað, sum tekna seg til sms-skipanina "Kom og legg av" hjá Fólkaheilsuráðnum, sigur Magni Mohr

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-31 16:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Føroyum roykja vit uml. 1,2 tons av tubakki um vikuna, og útfrá mongdini av tubakki, sum verður innflutt og seld í Føroyum, verður mett, at føroyingar roykja fyri uml. 120 mió. um árið, sigur Fólkaheilsuráðið.

Sms-skipanin "Kom og legg av" hjá Fólkaheilsuráðnum hevur verið tøk í nógv ár, og enn eru fleiri hundrað fólk, sum tekna seg á hvørjum ári, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Tað er serliga um ársskiftið, at fólk tekna seg, helst í sambandi við nýggjárslyftir, og eisini eru nógvar tilmeldingar um hesa tíðina, tá ljós verður varpað á royking. Tó ber til at tekna seg alt árið.

Skipanin riggar soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av at leggja av. Tú teknar teg 5 dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við avgerðini. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.

– Hendan skipanin hevur nógv ár á baki, í minsta lagi tíggju ár, meti eg, og vit hava fleiri ferðir umhugsað at avtikið skipanina og farið yvir til eina app í staðin, men av tí at har enn eru so nógv, sum tekna seg, hava vit varðveitt hana, sigur Magni Mohr.

Sambært kanningum verða uml. helvtin av teimum, sum royna eina slíka skipan, verandi roykfrí.

Meira kann lesast um sms-skipanina hjá Fólkaheilsuráðnum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder